Elias sýnir fram síni kynstur

Описание к видео Elias sýnir fram síni kynstur

Í tepra tapinum fyri Ukraina var tað serliga ein leikari, ið skaraði framúr í seinna hálvleiki.

Elias Ellefsen á Skipagøtu var sera eyðsýndur, har hann veruliga vísti síni kynstur fram sum bakspælari. Hann skoraði sjey mál og legði upp til nøkur góð mál, men tað er serliga "flúgvarin", ið vit fara at minnast hendan dystin fyri.

Tað var so nær við, at Føroyar fingu fyrsta stigið í hesari kappingini, men tá samanum kom vann Ukraina 26-25.

Комментарии

Информация по комментариям в разработке